Um mánaðarskiftið februar-mars luttekur føroyska kvinnulandsliðið í altjóða kapping í Portugal.
Skráin fyri kappingina hjá A landsliðinum við kvinnum í Algarve í Portugal, sum verður í døgunum 21. februar til 4. mars, er nú løgd.
Føroyar er í bólki C og skulu leika fyrsta dyst móti vertunum úr Portagal mikudagin 24. februar. Næsti dysturin verður fríggjadagin 26. februar móti Eysturríki og triðji og seinasti dysturin í bólkaspælinum verður mánadagin 1. mars móti Rumenia. Mikudagin 3. mars er so finaludagur og dystir um plaseringarnar.
Algarve Cup Algarve Cup er kapping sum fleiri av norðurlondunum hava havt í Algarve í Portugal í fleiri ár. Kappingin er venjingarlega og fyrireiking hjá hesum londum. Seinnu árini hevur Portugal heft seg uppí tiltakið og skipað ein bólk afturat.
Higartil hevur kappingin verið skipa við tveimum "sterkum" bólkum – A og B – við fýra liðum í hvørjum, har heimsins sterkastu lond luttaka. Og so hevur ein bólkur C verið við heldur "veikari" londum. Hvørt land leikar tríggjar innleiðandi dystir. Eftir bólkaspælið leika vinnararnir av bólki A og B finalu, 2ara A/B, 3ara A/B, meðan 4arin í tí eina bólkinum møtir vinnara bólki C og hin 4arin møtir 2aranum bólki C. 3 og 4 í bólki C leika so ein dyst afturat. Sostatt fáa øll londini 4 dystir.
Bólkur A: Týskland, Kina, Finland og Danmark Bólkur B: USA, Noreg, Svøríki og Ísland Bólkur C: Portugal, Eysturríki, Rumenia og Føroyar Dystarskráin fyri bólk C er hendan:
24.02.2010 – Portugal vs Faroe Island – Romania vs Austria
26.02.2010 – Portugal vs Romania – Austria vs Faroe Island
01.03.2010 – Portugal vs Austria – Faroe Island vs Romania
Fyrireikingarnar byrjaður í november mánaði Okkara kvinnur byrjaðu fyrireikingarnar 28. novembur og hava vant saman 2-3 ferð um vikuna síðan. Umframt felags venjingarnar hava genturnar sjálvar vant heima. Nøkur av feløgunum eru eisini byrjað sínar venjingar, so venjingarstøðan hjá gentunum skuldi verið rímuliga góð.